Sterki serbiski miðverjin Nemanja Vidic verður ikki við, tá ið Manchester United skal spæla fyrru 1/8 finaluna í europeisku meistarakappingini ímóti Inter í mars. Vidic varð vístur av vølli í HM-kappingini í Japan í desember, og tað hevur nú fingið ta avleiðing, at hann er leikbannaður ein dyst í Champions League. Vidic kann tó spæla við í seinnu 1/8 finaluni á heimavølli.
Tíðindi