Viðgjørt eina rúgvu av málum

Hetta er triði fundurin millum heilsumálaráðharrarnar úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Fyrsti var í januar í 2012 í Grønlandi, annar var um somu tíð í fjør í Íslandi, og nú er so túrurin komin til at halda fund í Føroyum.

Hetta er triði fundurin millum heilsumálaráðharrarnar úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Fyrsti var í januar í 2012 í Grønlandi, annar var um somu tíð í fjør í Íslandi, og nú er so túrurin komin til at halda fund í Føroyum

 

Karsten Hansen lat væl at fundunum, sum hava verið mánadagin og týsdagin við starvsbrøðrunum úr Íslandi og Grønlandi.

 

- Vit hava tosað um felags viðurskifti á norðurlendska sjúklingaøkinum, sigur Karsten Hansen.

 

Eitt mál, ið hevur verið nógv umrøtt, er føroyska sjúklingajournalin.

 

- Hetta var nakað, ið íslendski og grønlendski heilsumálaráðharrarnir ynsktu at umrøða. Føroyar eru einasta landið í heiminum, ið hevur eina slíka skipan, og Grønland er í ferð við at seta hesa skipan í gongd har uppi hjá teimujm,sigur Karsten Hansen.

 

Skipanin nevnist Kosmik, og er ment í Føroyum.

 

- Hendan skipanin er á øllum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum, og hon er hjá hvørjum kommunulækna í landinum. Tí ber til hjá øllum læknum at fara inn á skipanina og síggja journalin hjá øllum sjúklingum í landinum, sigur Karsten Hansen.

 

Og tað er henda skipanin, sum nú verður sett upp í Grønlandi.

 

- Vit hava í hesum sambandi havt fólk úr Føroyum har uppi at hjálpt teimum at starta skipanina upp, sigur Karsten Hansen.

 

Íslendingar umhugsa eisini at fáa sær somu føroysku skipanina, men teir hava ikki tikið endaliga støðu til hetta enn.

 

- Vit vóru í gjár úti á Landssjúkrahúsinum og sóu, hvussu skipanin virkar, og tað haldi eg var eitt positivt upplivilsi fyri øll, sigur Karsten Hansen.

 

Eitt annað, sum tosað hevur verið um, er viðgerð á íslendskum sjúkrahúsum.

 

- Íslendingar eru dugnaligir innan summi øki, og eru fult á hædd við danska sjúkrahúsverkið. Vit síggja eisini fleiri og fleiri føroyskar sjúklingar fara til Íslands til viðgerðar, eitt nú at viðgerðast fyri nýrastein, sigur Karsten Hansen.

 

Hann sigur, at tær viðgerðir, sum føroyskir sjúklingar hava fingið í Íslandi, hava roynst væl, bæði hvat sjálvari viðgerðini viðvíkur og hvat kostnaði viðvíkur.

 

- Vit hava eisini umrøtt sjúkraflutningstænastuna, sum íslendingar røkja. Vanliga hevur tað verið soleiðis, at sjúklingar verða fluttir við rutuflogfari, men vit hava umrøtt møguleikan at nýta íslendsku sjúkraflutnings flogførini, serliga um talan er um átrokandi sjúkraflutning, sigur Karsten Hansen.

 

Hann sigur, at teir eisini tosaðu um at menna embætisfólkið.

 

- Vit vóru eisini á fundi við Útnorðurráðnum í gjár. Tað var líkasum ein uppfylging av fundinum, vit høvdu í Íslandi í fjør, har Útnorðurráðið eisini hevði fund um somu tíð, sum vit, sigur Karsten Hansen.

 

Hann sigur, at hvørt sær eru londini í útnorði smá, men standa tey saman, kunnu tey hava munandi størri ávirkan.

 

- Eg haldi, at vit hava havt ein ógvuliga góðan fund, og vit fara at fáa nøkur ítøkilig ting av skafti. Vit hava umrøtt, hvussu vit í felag kunnu gera vart við okkum í norðurlendskum høpi, sigur Karsten Hansen.

 

Hannheldur eisini, at tað er gott fyri embætisfólkini, at tey koma at kenna hvønn annan.

 

- Tað hevur týdning í samskiftinum landanna millum, at embætisfólkini vita, hvønn tey skulu samskifta við í teimum ymsu málunum, sigur Karsten Hansen í telefonini í døgurðasteðginum av Hotel Føroyum.