Viðgera røðu løgmans í dag

Løgtingsfundur verður í dag klokkan 10. Tá fer tingið undir umrøðu av ólavsøku løgmans.

 

Hetta er fyrsti tingfundur í nýggja tingárinum, og sum vanligt er fyrsta málið umrøða av røðu løgmans á ólavsøku.

 

Løgtingsformaðurin hevur sum vanligt sett tveir dagar av til umrøðuna, tí tingfundur um røðu løgmans er settur aftur at vera í morgin klokkan 9.30.

 

Fríggjadagin klokkan 9.30 er eisini tingfundur. Tá fer løgtingið undir fyrstu viðgerð av tingmáli nr. 1/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

 

Fríggjadagin skal løgtingið eisini velja tveir limir og tveir varalimir í Norðurlandaráðið.