Á fundi hjá rættarnevnd løgtingsins í dag fer nevndin at viðgera uppskotini til borytingar í hjúnabandslógunum, sum hava til endamáls at gera tað møguligt hjá samkyndum at ganga saman í borgarligt hjúnalag.
Tað eru tey trý, Bjørt Samuelsen og Rigmor Dam úr ávikavist Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum sum saman við Poul Michelsen vegna Framsókn, sum hava lagt broytingaruppskotini fram.
Í stuttum snýr tað seg um, at tað skal gerast lógligt hjá samkyndum at ganga saman í borgligt hjúnalag. Tey trý siga, at tey leggja seg ikki út í, hvat kirkjur og samkomur gera, men tey ynskja við hesum at gera tað møguligt hjá samkyndum at ganga í borgarligt hjúnalag.
Tingfundir eru at skrá aftur mikudagin og hósdagin í næstu viku. Mikudagin eru bara munnligir fyrispurningar á skránni. Á fundinum hósdagin sær skráin soleiðis út:
1)
2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 29/2013: Uppskot til samtyktar um at eftirmeta og endurskoða yrkisútbúgvingarnar
2)
2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 34/2013: Uppskot til samtyktar um at orða yvirskipaðan filsmpolitikk og stovna Filmsgrunn
3)
2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 38/2013: Uppskot til samtyktar um lærupláss og virknisvenjingar hjá almennum arbeiðsgevarum
4)
2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 54/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul
5)
1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 65/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð Málið verður beint í Vinnunevndina
6)
Framløga
Lesið eisini grein úr Sosialinum: Trilvandi andstøða
TRÝST HER fyri at lesa meira um uppskotini á heimasíðuni hjá løgtinginum