Hóskvøldið skipar Eldramálið fyri almennum fundi í bygdahúsinum í Miðvági. Á skránni verða framløgur og orðaskifti um støðuna í eldrarøktini.
Skráin til fundin er henda:
Óluva Vilhelmsen, sjúkrarøktarfrøðingur:
Rættindi og minsta krav í sambandi við røkt
Starvsfólk í heimarøktini:
Tí flýggja starvsfólk úr heimarøktini
Avvarðandi hjá heimarøktsbrúkara:
Um heimarøktin virkaði, so hevði ”Sum longst í egnum heimi” verið veruleiki
Halldis Joensen, forkvinna í Alzheimersfelagnum:
Normeringar í sambandi við demens
Rósa Samluelsen, forkvinna í Trivnaðarnevnd løgtingsins:
Kanning gjørd í Vágum ”Ynski hjá eldri í samband við ellisárini”
Kjak
Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, tekur saman um.
Orðstýrari á fundinum verður Hans Trygvi Teirin, advokatur.









