Viðgera bannið til CSKA Moskva

Manchester City veit í morgin, um dysturinmóti CSKA Moskva skal spælast fyri afturlætnum hurðum.

Manchester City veit í morgin, um dysturinmóti CSKA Moskva skal spælast fyri afturlætnum hurðum.

 

CSKA hevur í løtuni eitt forboð fyri tríggjar ymiskar støður av rasistiskum sangi og harðligari framferð.

 

Russisku meistararnir spældu fyrsta heima Champions League dystin í bólki E móti Bayern München á tómum vølli.

 

UEFA hittist fyri at gera av, um dysturin hjá City í Moskva 21. oktober skal spælast við áskoðarum ella fyri tómum vølli.

 

Seinasta dømi um harðskap av viðhaldsfólki hjá CSKA var í fyrsta dystinum í Champions League, tá Roma vann 5-1 á CSKA Moskva.

 

Tað kom eftir tveimum ymiskum støðum av rasistiskum sangi í síðsta árs CL kapping, onnur var ljós varpað á av Yaya Toure, tá City møtti CSKA Moskva í oktober 2013.

 

CSKA Moskva tapti 0-1 til Bayern München týskvøldið á tómum vølli.