Viðurkendur íslendskur myndamaður ger potrett video við Lenu Anderssen
Viðurkendi myndamaðurin Jónatan Grétarsson – ið millum annað hevur gjørt videoløg við Ásgeir Trausti og Agent Fresco, umframt donsku Tina Dickow og amerikanska John Grant – er maðurin aftan fyri fyrstu potrett videolagið av nýggju útgávuni Eagle In The Sky hjá Lenu Anderssen.
Talan er um lagið Sorry That I Made You Cry, ið er triðja skering á útgávuni hjá føroysku songkvinnuni, sum kom út í Føroyum og Danmark fyrr í ár. Hetta er somuleiðis fyrsta videolagið í røðini av fleiri, ið fara at verða gjørd. Løgini Eagle In The Sky, Good Girls og On The Bright Side hava verið væl spæld í Føroyum og somuleiðis hoyrd dagliga á útvarpsrásini P4 hjá Danmarks Radio.
Nú er túrurin so komin til Sorry That I Made You Cry. Lena var í Íslandi í juni og gjørdi upptøkurnar í Kópavogi.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja video'ina Sorry That I Made You Cry









