Starvsnevndin hjá FSF hevur á fundi gjørt av, at trý mál um møguligt leikbann verða send til Aganenvina. Talan er um hendingar eftir dystirnar millum Víking og B68 og Víking og B36, har 3-2 sendingin hjá Sjónvarpinum vísti hendingar, sum ikki vórðu revsaðar av dómaranum. Aganevndin virkar eisini sum discipliner-nevnd, og kann nevndin eftir áheitan frá Starvsnevndini taka mál upp til viðgerðar. Enn er ikki greitt, um ella nær Aganevndin fer at viðgera málini.










