Videolag við Heiðriki og Gretu

Tvær av okkara mest inniligur songrøddum Greta Svabo Bech og Heiðrikur á Heygym samstarva á nýggjum videolag, ið nú er tøkt.

Saman hava tey skrivað orð og lag til sangin Tasty Tears og hava eisini framleitt videolagið saman við FriisFrame, ið hevur tikið sær av post production av videolagnum.

Sakaris Joensen spælir gittar á lagnum og Jens L. Thomsen hevur ljóðblanda tað.

Samstarvið millum Heiðrik og Gretu er ótrúliga spennandi. tí hetta eru tvey føroysk listafólk, ið á hvør sín hátt hava víst seg millum okkara dugnaligastu seinastu árini, og úrslitið er sum tit síggja omanfyri einastandandi gott.