Videoeftirlit av føroyskum virkjum

Kinesisku matvørumyndugleikarnir fremja nú videoeftirlit av føroyskum virkjum. Fyribils av tveimum virkjum

Síðani covid-19 var staðfest á skeribretti við laksi í Beijing, hava kinesiskir myndugleikar verið í sambandi við nógv lond, ið útflyta mat til Kina.

Í dag eru vit í Føroyum á breddanum í arbeiðnum hjá kinesisku myndugleikunum.

Kinesiski myndugleikin, GACC, hevur valt tvey matvøruvirkir, har tað verður framt videoeftirlit.

Fyrst verður videofundur millum Heilsufrøðiligu starvsstovuna og GACC, har umstøðurnar rundanum matvøruvirkini og støðan viðvíkjandi COVID 19 verður viðgjørd og umrødd. Á hesum fundinum tekur landslæknin eisini lut.

Síðan verður farið á videoeftirlit á báðum virkinum, har eftirlitsfólk hjá HFS og virkisumboð greiða frá umvegis videolink til GACC.

Samskifti verður á enskum, og tulkur á donsku sendistovuni í Beijing fer at umseta samskifti frá enskum til kinesiskt og frá kinesiskum til enskt.

Á báðum virkjunum og á Heilsufrøðiligu starvsstovuni eru eisini tulkar, soleiðis at samskifti umvegis videolink skal ganga so gott fyri seg sum til ber, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.