Video: Zlatan arbeiðir uppá Manchester City málverjan

(Video) Zlatan Ibrahimovic roynir at psyka nýggja málverjan hjá Manchester City niður áðrenn grannauppgerðina leygardagin

Svenska fótbóltsstjørnan hjá Manchester United, Zlatan Ibrahimovic er ikki so lítið kúllasligur, og er kendur fyri at arbeiða uppá fólk.

 

Nú hevur Zlatan dokumenterað eina lítla beistagerð, har hann pakkar venjingarútgerð til nýggja málverjan hjá Manchester United, Claudio Brava. Sjálvandi er talan um venjingarútgerð, sum Zlatan sjálvur framleiðir og selur. Zlatan selur venjingarútgerð, sum eitur "A - Z". "Tú fært brúk fyri hesum", skrivar Zlatan til Claudio Brava. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj tann kúllasliga Zlatan Ibrahimovic pakka venjingarútgerð til Claudio Brava í fyrstu royndini at psyka tann nýggja Manchester City málverjan niður.

 

Grannauppgerðin millum United og City verður spæld á Old Trafford leikvøllinum í Manchester, leygardagin klokkan 12.30. Talan er um fyrstu Manchester grannauppgerðina hjá Zlatan, og sum sæst roynir hann at fáa allar smálutir at koppa vegin hjá United.