VIDEO: Zalgiris-KÍ 1-1 (1-0)

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Zalgiris og KÍ sum KÍ kom væl frá

KÍ fall samlað við æru ímóti einum sterkum litaviskum liði, Zalgiris í Vilnius.

 

Tað var 1-2 tapið í Gundadali fyri einari viku síðani sum kostaði í samlaða roknistykkinum.

 

Í kvøld fekk KÍ góðan 1-1 javnleik á útivølli, har Ronni Møller Iversen miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði við einum dreymahøggi. Javnleikurin hjá KÍ kom væl við hjá føroyska Europa Cup roknskapinum. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum í Vilnius sum YouTube rásin hjá Zalgiris hevur lagt út. Framleiðarin hevur valt at leggja tónleik til upptøkurnar, og tí hoyrist eingin stemningur. 

 

HERber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen.

 

HER ber til at hoyra og síggja okkurt av tí sum Mikkjal Thomassen segði á tíðindafundinum aftaná dystin.