Tann størsti leikarin í søguni hjá Manchester United. Tann fyrsti leikarin í heiminum at vinna bæði HM, Champions League og Ballon D'or, Sir Bobby Charlton er deyður 86 ára gamal.
Bobby Charlon yvirlivdi ræðuliga flogvanlukkuna í München 6. februar í 1958. Átta av hansara liðfeløgum doyðu í flogvanlukkuni. Lukkutíð kom Bobby Charlton fyri seg aftur og kom at vinna stórar sigrar.
Við Manchester United vann hann enska meistaraheitið í 1957, 1965 og í 1967, og FA Cup í 1963. Størsta løtan var tá Bobby Charlton vann Champions Cup við 4-1 finalusigri á Benfica á Wembley í 1968, júst 10 ár aftaná flogvanlukkuna í München.
Við Manchester United spældi Bobby Charlton 758 dystir, har hann skoraði 249 mál.
Við enska landsliðnum vann Bobby Charlton HM-gull á heimavøli við 4-2 finalusigri á Vesturtýsklandi á Wembley leikvøllinum í London í 1966. Sama árið vann hann Ballon D'or.
Við enska landsliðnum spældi Bobby Charlton 106 dystir og skoraði 49 mál.
Tað var Bobby Charlton, ið fekk sannført Alex Ferguson at taka við høvuðsvenjarastarvinum hjá Manchester United í 1986.
HER ber til at síggja ein stuttfilm SkySports hevur gjørt um fótbóltsyrkisleiðina hjá Sir Bobby Charlton:
##med2##