–Okkara motto í City Church er at vera verulig og at relatera til fólk, sigur Hjørdis Háberg Petersen, pastorur í City Church.
–Fyri nøkrum árum síðani, hoyrdist nógv í fjølmiðlunum um, at tað er eitt øgiligt baks hjá einligum mammum, at fáa endarnar at hanga saman. Tí valdu vit at gera ókeypis máltíð einaferð um vikuna og eitt matpakka borð, har man kann gera matpakka til dagin eftir. Hetta byrjaðu vit so uppá, og hetta er triðju veturin vit gera hetta, sum vit kalla City Meal, sigur hon.
–Vit hoyra frá fólki at hetta er nakað, sum sum tey síggja fram til, sigur hon.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja og hoyra alla samrøðuna við Hjørdis Háberg Petersen.