Næmingarnir í Hoydølum skipa í dag fyri trappustreyku, eftir at tey í morgun fingu boð um, at tey framyvir skulu rinda 250 krónur árliga fyri brúk av undirvísingartilfari, ið er fevnt av nýggja sáttmálanum millum Mentamálaráðið og Fjølrit.
Vit vóru uppi í Hoydølum fyrr í dag, har vit fingu orðið á Petur Dahl, formanni í næmingaráðnum í Hoydølum. Hann gjørdi púra greitt, at hetta er ein rokning, ið næmingarnir ikki ætla sær at gjalda.
Til ber at síggja alla samrøðuna og upptøkur frá trappustreykuni við at trýsta á pílin á myndini.