VIDEO: Viljormur tapti greitt og Hallur tapti tepurt

(Video) Bæði føroyingaliðuni í donsku superliguni vóru fyri tapi í dag

Sæð við føroyskum landsliðsbrillum var tað gott, at bæði Hallur Hansson og Viljormur Davidsen byrjaðu inni fyri AC Horsens og Vejle í dag, men úrtøkan var soltin.

Viljormur Davidsen taptu heili 0-5 fyri sterka FC Midtjyllandi á útivølli í Herning. Við støðuna 0-1 var verjuspælarin hjá Vejle, Juhani Ojala vístur av vølli. Tá vóru bert 35 minuttir spældir og tá bleiv brekkan tung hjá Vejle. Tað bleiv ikki lættari av, at FC Midtjylland skoraði beint undan steðginum. 

FC Midtjylland – Vejle 5-0 (2-0)
27. 1-0 Alexander Scholz
45. 2-0 Jens-Lys Cajuste
52. 3-0 Sory Kaba
70. 4-0 Evander Ferreira
86. 5-0 Sory Kaba

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum: 

##med2##

Tað leikaði munandi javnari á hjá AC Horsens, ið tapti tepurt 1-2 móti Lyngby á heimavølli. AC Horsens var aftanfyri 0-2 í steðginum. Muamer Brajanac fekk spenning í aftur dystin bert tveir minuttir inn í seinna hálvleik. Tá eitt korter var farið av seinna hálvleiki var tað bert svørt óeydna, at Jacob Buus ikki javnaði til 2-2 við einum dundurskoti.

AC Horsens – Lyngby 1-2 (0-2)
0-1 Emil Nielsen (38.)
0-2 Mathias Hebo Rasmussen (45.)
1-2 Muamer Brajanac (47.)

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum: 

##med3##