Viljormur Davidsen var aftur liðskipari hjá Helsingborg seinnapartin í dag, tá hann og liðfelagarnir á Olympia-vøllinum í Helsingborg vunnu 1-0 á Sundsvall.
Talan var um ein sera týdningarmiklan sigur í botnstríðnum í bestu svensku fótbóltsdeildini. Helsingborg hevur nú 10 stig á triðaftasta plássinum, sama stigatal sum Sundsvall.
Sigursmálið skoraði Armin Gigovic átta minuttir undan steðginum.
Tað gongur væl betri hjá Helsingborg nú, ið hevur fingið stig í trimum av teimum seinastu fýra dystunum.
8. august spælir Helsingborg á útivølli móti Häcken.
HER síggjast hæddarpunktini frá dystinum millum Helsingborg og Sundsvall:
##med2##











