Viljormur Davidsen slapp á vøllin í 85. minutti tá Vejle á útivølli í Odense vann góðan 1-0 sigur á OB við sigursmáli brasilski Allan Sousa skoraði miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Sigurin merkir, at Vejle hevur nú eina frástøðu uppá sjey stig til Lyngby, ið er á næstaftasta plássinum í niðurflytingarbólkinum í donsku superliguni. Tvey tey niðastu liðini flyta niður í næstbestu deildina.
Har er standurin ikki góður hjá Halli Hansson og liði hansara, AC Horsens sum liggur væl aftast.
Komandi fríggjakvøld tekur Vejle móti AaB á heimvølli í Nørreskoven í Vejle.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum OB og Vejle:
##med2##
Nr | Lið: | Dystir | V | J | T | Mál skorað | Mál latin inn | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | AaB | 23 | 8 | 7 | 8 | 27 | 32 | -5 | 31 |
2 | OB | 24 | 7 | 8 | 9 | 26 | 30 | -4 | 29 |
3 | SønderjyskE | 23 | 8 | 4 | 11 | 32 | 35 | -3 | 28 |
4 | Vejle | 24 | 7 | 7 | 10 | 26 | 37 | -11 | 28 |
5 | Lyngby | 23 | 5 | 6 | 12 | 25 | 43 | -18 | 21 |
6 | AC Horsens | 23 | 2 | 7 | 14 | 16 | 38 | -22 | 13 |