Ein venjingardystur hevur verið í Klaksvík í dag, har KÍ tók ímóti Víkingi. Gestirnir vunnu dystin 2-0.
Málini fyri Víking skoraðu Magnus Janskor og Jákup Olsen. Við at trýsta á pílin á myndini, sært tú málini.
Bæði KÍ og Víkingur hava verið í Gundadali og spælt venjingardystir fyrr í ár. Hetta er fyrsti venjingardysturin í Klaksvík í ár.











