Víkingur vann í gjár 4-2 á KÍ í fyrsta dystinum í 11. umfari í Effo-deildini. Talan var um ein málríkan, hendingaríkan og dramatiskan dyst, sum bjóðaði upp á nógvar umtalaðar støður, eitt reytt kort, brotsspark og ikki færri enn seks mál.
Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini
Nú ber til at síggja samandráttin frá dystinum, sum Víkingur vann 4-2, eftir at gestirnir vóru á odda 2-0 í hálvleikinum.
KÍ-Víkingur 2-4 (0-2)
0-1: Finnur Justinussen 4.
0-2: Finnur Justinussen 32.
1-2: Páll A. Klettskarð 48.
1-3: Heðin Hansen 52.
2-3: Ndende Adama Gueyé 55.
2-4: Súni Olsen 85.