VIDEO: Víkingur er favorittur hjá veddingarfyritøkunum

(Video) Síggj oddsini og síggj málini sum komu í fyrra dystinum

Í kvøld klokkan 19 er vøllurin við Djúpumýru í Klaksvík heimavøllur hjá Víkingi, ið skal royna at vinna seg víðari í Europa Conference League undankappingini.

 

Mótstøðuliðið er Inter D´Escaldes úr Andorra, ið tó hevði 10 spanskar leikarar á vøllinum í tí fyrra dystinum, sum D´escaldes vann 2-1.

 

HER síggjast málini í tí fyrra dystinum:

##med2##

 

Víkingur er favorittur hjá 14 altjóða veddingarfyritøkum at vinna dystin í kvøld.

 

Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 1,67 og 1,77.

 

Oddsini upp á útisigur til Inter D´escaldes liggja millum 4,00 og 4,90.

 

Oddsini upp á javnleik, ið sendir Inter D´escaldes víðari í kappingini liggja millum 3,40 og 3,75.

 

HER eru oddsini:

 

##med3##