Í fyrra hálvleiki av Premier League dystinum millum Hull og Sunderland fekk ein spælari hjá Sunderland gult kort fyri at filma. Hetta varð venjarin hjá Sunderland, Gus Poyet, so illur um, at hann sparkaði vatnfløskur við síðulinjuna. Tað vildi dómarin ikki lata um seg ganga og burturvísti venjaran.
Á veg av vøllinum fór Poyet knappliga yvir til venjara hjá Hull, Steve Bruce. Í fyrstu syftu sá tað út til, at hann vildi takka fyri dystin, men alt í einum bleiv tað til keglarí teirra millum.
Steve Bruce gjørdist í øðini um provokerandi orðini og argandi klappi frá Poyet, at hann vildi hava fatur á Poyet. Dómarin og vaktarfólk máttu leggja ímillum, so teir báðir venjararnir ikki brustu saman.
- Eg veit ikki, hví hann kom eftir mær, men eg vóni, at alt er í lagi hjá honum nú. Mín hurð er opin, um hann hevur hug at práta, sigur Steve Bruce við Sky Sports.










