VIDEO: Vejle vann oddadyst - Thisted vann føroyingauppgerð

(Video) Jákup Thomsen byrjaði inni fyri Thisted í dag. Síggj málini frá oddadystinum Vejle-Vendsyssel 4-1 (3-1)

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá oddadystinum millum Vejle og Vendsyssel í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Viljormur Davidsen var sum vant á vinstra bakki hjá heimaliðnum, Vejle sum vann 4-1. Sigurin merkir, at Viljormur Davidsen og liðfelagarnir kunnu halda vetrarfrí á fyrsta plássinum.

 

 

Vejle  - Vendsyssel 4-1 (3-1)


9'0-1Christian Moses

13'1-1Ylber Ramadani

20'2-1Dominic Vinicius

45'3-1Jacob Schoop

77'4-1Jacob Schoop

 

 

Jákup Thomsen byrjaði inni fyri Thisted FC í føroyingauppgerðini ímóti Fremad Amager, og fekk ein tíma á vøllinum. Jákup Thomsen hevði eina góða málroynd frá spískum í dystinum, sum heimaliðið, Thisted vann 2-1. Sigurin merkir, at Thisted kann halda vetrarfrí á øðrum plássi. 

 

Heini Vatnsdal byrjaði spældi allan dystin í verjuni hjá Fremad Amager, og Finnur Justinussen kom á vøllin teir seinastu 10 minuttirnar av dystinum. 

 

Fremad Amager fekk eina dreymabyrjan tá Sebastian Andersen legði Fremad á odda 1-0 aftaná bert tveir minuttirs spæl. Mikkel Agger javnaði í 37. minutti, og tá átta minuttir vóru eftir av tí vanligu leiktíðini skoraði Asger Bust sigursmálið fyri Thisted.

 

Kappingin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini verður tikin uppaftur sunnudagin 4. mars. Tá verður føroyinga- og oddauppgerð millum Vejle og Thisted í Vejle. Fremad Amager tekur ímóti Brabrand.

 

Støðan er sera hugalig sæð við føroyskum eygum: 

 

1

Vejle 

19

11

5

3

32

18

14

38

2

Thisted

19

10

5

4

33

27

6

35

3

Vendsyssel FF

19

9

5

5

37

27

10

32

4

Esbjerg 

19

9

4

6

35

24

11

31

5

HB Køge

19

8

6

5

28

18

10

30

6

Fredericia

19

8

5

6

38

30

8

29

7

Viborg

19

8

4

7

36

29

7

28

8

FC Roskilde

19

7

4

8

27

30

-3

25

9

Nykøbing FC

19

6

5

8

30

36

-6

23

10

Fremad Amager

19

6

2

11

14

32

-18

20

11

Brabrand

19

3

4

12

16

43

-27

13

12

Skive

19

2

5

12

30

42

-12

11