Video: Usain Bolt brendi góðan málmøguleika

(Video) Usain Bolt fekk 20 minuttir á vøllinum fyri Strømsgodset. Síggj hvussu hann kláraði seg

Størsti sprintkongurin í søguni, jamaianski Usain Bolt roynir at vinna seg fram sum fótbóltsspælari.

 

Sunnudagin 10. juni reikar hann fyri einum vælgerðardysti á Old Trafford leikvøllinum í Manchester millum eitt heimslið, har hann sjálvur spælir við, og eitt lið samansett av enskum fótbóltslegendum og enskum stjørnum innan film og tónleik.

 

Fyri at koma í betri fótbóltsvenjing hevur Usain Bolt seinastu tíðina vant við norska liðnum, Strømsgodset í Drammen sum liggur sunnanfyri Oslo.

 

Í dag fekk Usain Bolt so møguleikan í einum venjingardysti Strømsgodset spældi ímóti norska U19 landsliðnum. Usain Bolt kom á vøllin tá 20 minuttir vóru eftir av dystinum til stóran fagnað hjá serliga kvinnuligu áskoðarunum. Usain Bolt gjørdi sær ikki fyri skommum, men hann brendi ein góðan málmøguleika tá hann aftaná góða sending stútaði bóltin uppum málið hjá Noreg U19.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj ein stuttan samandrátt sum vísa hvussu Usain Bolt kláraði seg í dystinum. Tað er norska TV2 sum hevur tikið upp og lagt út á YouTube. 

 

Usain Bolt er sum so mong onnur fólk kring heimin ein svorin Manchester United fjeppari, og tí er tað upplagt, at hann hevur valt Old Trafford leikvøllin til vælgerðardystin fyri SoccerAid hjá Unicef.