Video: Upptakt NSÍ-KÍ

Venjararnir báðir eru samdir um at liðini hava sínar styrkir í framrættaða spælinum og vænta sær mál í dystinum.

Tað verður ein spennandi Effo-dystur við Løkin í Runavík í kvøld. NSÍ og KÍ bresta saman klokkan 18:00 og mangan hava uppgerðirnar verið spennandi og málríkar. 

 

Venjararnir hjá liðunum báðum, Trygvi Mortensen hjá NSÍ og Eyðun Klakstein hjá KÍ, vænta sær eisini ein spennandi dyst.

 

Trygvi Mortensen sigur seg minnast málríkar uppgerðir millum NSÍ og KÍ og hann metir eisini at bæði liðini hava sínar styrkir í framrættaða spælinum.

 

Venjarin hjá KÍ, Eyðun Klakstein, sigur eisini at NSÍ hevur stórar dygdir í framrættaða spælinum. Hann metir tó at KÍ hevur styrkt seg so mikið væl verjumessiga, at teir skuldu klára at staðið ímóti trýstinum hjá NSÍ.

 

 

Páll Augustinussen skal leiða dystin við Løkin í Runavík í kvøld, ið byrjar klokkan 18:00.