Anders Gerber, venjari hjá NSÍ, kemur ikki við umberingum, eftir at NSÍ tapti heili 4-1 fyri KÍ í fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.
Síggj samandráttin við at trýsta á pílin á myndini
Hann heldur, at KÍ var betra liðið og at ætlanin hjá teimum riggaði væl. Hinvegin, so er hann vónbrotin um, at NSÍ ikki kláraði at spæla sítt spæl.
Les eisini: Sjónbandasamandráttur av KÍ-NSÍ 4-1
Seinna hálvfinalan ímillum NSÍ og KÍ verður spæld við Løkin í Runavík 15. juni.
KÍ – NSÍ 4-1 (3-1)
0-1: Pól Jóhannus Justinussen, 7.
1-1: Semir Hadzibulic, 15.
2-1: Jóannes Bjartalíð, 26.
3-1: Jóannes Bjartalíð, 35. (br.)
4-1: Páll Klettskarð, 54