Ungarn gjørdi júst sum Føroyar á Skonto leikvøllinum í Riga. Teir vunnu 2-0 á heimaliðnum í HM-undankappingarbólki B við einum máli í hvørjum hálvleiki.
Ádam Gyorcsó legði Ungarn á odda í 9. minutti, og í 76. minutti økti Ádám Szalai til 2-0, sum gjørdist endaliga úrslitið. Ungarn tapti tepurt 2-3 til Sveis á heimavølli farna fríggjadag.
Sunnudagin 13. november tekur Ungarn ímóti Andorra á heimavølli, meðan Lettland skal møta Portugal í einum sera torførum útidysti sama dag.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj tey ungarsku málini, sum vóru skotin á Skonto leikvøllinum í Riga í Lettlandi ígjárakvøldi.