Tað er virðiligt fyri eitt samfelag sum okkara, at vit steðga á og minnast. Serlig er støðan hjá teimum, sum mistu á sjónum. Tað er ein serlig sorg og saknur, tí her er eingin grøv at fara til at steðga á og minnast. Orðini eigur Uni Næs, dómpróstur, í Sosialinum í dag.
Í dag er nevniliga Minningardagur teirra sjólatnu. Í hesum sambandi hava fleiri hátíðarhald verið kring landi, har man hevur minst tey, sum farin eru á sjóðnum seinasta árið.
Okkara kameramaður var við, tá ið Poul Michelsen, landsstýrismaður, talaði á minningarhaldinum og legði grans á minningarstaðið.
Tey, sum farin eru á sjóðnum seinasta árið eru Niels Jacob Pauli Thomsen, Sumba, sum andaðist umborð á útróðrarbátinum Anniku á Norðhavinum tann 20. mars, 66 ára gamal.
Kristian Rasmusson Glyvradal, Haldórsvík, sum andaðist umborð á Gadus 26. mai, 54 ára gamal. Tóri Midjord, Tórshavn, sum druknaði í Leirvík 19. august, 67 ára gamal. Mortan Leo Clothier, Argir, sjólátin í Skopunarfirði 31. august, 71 ára gamal. Hákun Elnarson Justinussen, Leirvík, sum andaðist umborð á Polarhav 22. oktober, 50 ára gamal.
Ærað veri minni teirra.