VIDEO: Ótrúligi sigurin hjá Kroatia

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Argentina-Kroatia 0-3 (0-0)

Alt Argentina er í sjokktilstandi aftaná 0-3 tapið hjá Argentina ímóti Kroatia í HM-bólki D.

 

Stutt eftir steðgin legði Kroatia seg á odda. Talan var um eina gávu frá argentinska málverjanum, Willy Caballero, sum spældi bóltin illa út frá málinum. Bólturin stakk upp í luftina til Ante Rebic, sum við vøkrum sparki fluktaði Kroatia á odda 1-0. Argentina er illa mannað á júst málmansplássinum, har vanligi fyrstimálverjin, Sergio Romero, ikki er við í HM vegna skaða.

 

Argentina tóktist ráðaleyst. Útlitini til at vera hálvir úr HM skapti ein ótta, og teir megnaðu ikki at leggja trýst á Kroatia, sum heldur økti um leiðsluna. Tað var liðskiparin, Luka Modric, sum í eyðkendum stíli sendi eitt langskot avstað, sum brast í netmeskunum til 2-0 til Kroatia.

 

Nú var leyst og liðugt, og tað kom ikki meira frá einum ørkymlaðum argentinskum liði, sum heldur hinvegin mátti síggja enn eitt mál fara ígjøgnum í yvirtíðini. Tað var Ivan Rakitic, sum setti krúnuna á verkið eftir eitt mótálop, og við einum 3-0-tapi var Argentina nærum eyðmýkt.

 

HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Argentina og Kroatia.

 

Argentina – Kroatia 0-3 (0-0)

0-1: Ante Rebic, 53.

0-2: Luka Modric, 80.

0-3: Ivan Rakitikc, 90.