TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini sum góvu føroyska A-landsliðnum ein góðan 3-0 sigur á Liktinstein.
Talan er um upptøkurnar hjá FSF-varpinum. Maria Ziskason Nesá var frásøgufólk.
Føroyar – Liktinstein 3-0 (1-0)
1-0 Kaj Leo í Bartalsstovu, 11.
2-0 Brandur Hendriksson Olsen, 80.
3-0 Sonni Ragnar Nattestad, 85.
Teitur M. Gestsson – Jónas Tór Næs (Gunnar Vatnhamar, 46), Atli Gregersen (Sonni Ragnar Nattestad, 46), Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Kaj Leo í Bartalsstovu, Hallur Hansson (Sølvi Vatnhamar, 46), Rógvi Baldvinsson (René Shaki Joensen, 75 min), Gilli R. Sørensen – Jóan Símun Edmundsson (Klæmint A. Olsen, 67) – Patrik Johannesen (Brandur Hendriksson Olsen, 46)
Sum heild var fyrri hálvleikur meira javnur enn seinni hálvleikur, har Liktinstein dúvaði nógv uppá egna organisatión og skjótálop, meðan føroyingar vóru meira á bóltinum. Í seinna hálvleiki var longri ímillum skjótálopini hjá Liktinstein, og føroyska liðið hevði sum heild gott tamarhald á gjøgnum størsta partin av dystinum.
Kaj Leo í Bartalsstovu legði Føroyar á odda 1-0 eftir 11 minuttum av dystinum, og seinastu 10 minuttirnar í dystinum komu hini bæði málini. Fyrst skoraði Brandur Hendriksson Olsen til 2-0 eftir upplegg frá Kaj Leo í Bartalsstovu, og fimm minuttir fyri leiklok slerdi Sonni Ragnar Nattestad føroyska sigurin fastan, tá hann stútaði eitt hornaspark í netið, eftir upplegg frá Gunnar Vatnhamar.
Føroyar hava tí – við 3-0 sigrinum í dag - vunnið størsta sigurin á Liktinstein nakrantíð. Føroyar og Liktinstein hava áður spælt tríggjar ferðir móti hvørjum øðrum. Í 2000 vunnu Føroyar 1-0 í Liktinstein, í 2002 vunnu Føroyar 3-1 á Tórsvølli og fyri tveimum árum síðani vunnu Føroyar 3-2 í Marbella.
Størsta blaðið í Liktinstein, Vaterland, skrivar eftir dystin, at Føroyar vunnu, tí Føroyar vóru effektivari. Blaðið heldur ikki at Føroyar spældu betri enn Liktinstein. Í hálvleikinum skrivaði blaðið eisini, at talan tá var um hepna føroyska leiðslu. Tað eru vit tó ikki heild samd í.