Video: Tí situr Jens uttanfyri í dag

Her fær Jens Joensen sítt seinna gula kort, sum ger at hann ikki er við í dag

Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ, var alt annað er fegin um seinna gula kortið, sum Jens Joensen fekk í dystinum móti HB við Løkin farna vikuskiftið.Tað merkir, at hann má sita uttanfyri til landskappingar og eystanstevnu dystin móti ÍF í kvøld klokkan 18.30.

 

Les eisini: Trygvi: Nú mugu dómararnir taka seg saman

 

Mangan verður tikið til, at dómarar hava ov stór oyru og lurta ov nógv eftir tí, sum spælararnir siga. Onnur halda, at spælararnir skulu duga at uppføra seg pent, hóast teir eru heitir í løtuni.

 

Støðan sæst við at trýsta á pílin á myndini

 

Støðan í samband við seinna gula kortið til Jens er, at tíðin er farin og at HB stutt frammanundan hevur lagt seg á odda 2-1. Í samband við tað málið er Jens somuleiðis mælskur tí mett verður, at Fróði Benjaminsen er rangstaddur, tá hann skorar til 2-1. Fyrra hendingin á sjónbandabrotinum er fyrra gula kortið hjá Jens Joensen.

 

So er spurningurin so hvar gongur linjan? Er umtalaða støðan til eitt seinna gula kort, ella skal dómarin lata ein troyttan spælara øsa seg í eini slíkari støðu?