VIDEO: THW Kiel-Stuttgart 39-36 (Samandráttur)

(Video) Síggj hvussu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu á Stuttgart á heimavølli

Tað eydnaðist liðnum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel sunnudagin í einum málríkum dysti í týsku bundesliguni at vinna 39-36 á Stuttgart í Wunderino høllini í Kiel. Í steðginum var Kiel á odda 20-18.

 

Elias fekk tveir málmøguleikar og hann setti báðar í kassan. Haraftrat legði hann upp til eitt mál.

 

THW Kiel er nummar fýra í bundesliguni við 30 stigum. Átta stig eru upp til oddaliðið, ið er liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum THW Kiel-Stuttgart 39-36 (20-18). Í samandráttinum sæst Elias leggja upp til eitt mál hjá Harald Reinkind:

 

##med2##