Video: - Tey søgdu eg var hopleysur

- Eg haldi, mann eigur at kenna søguna hjá fólki, áðrenn mann dømir tey, sigur Martin Kúrberg í stuttfilmi um hann

Í nýggjum stuttfilmi hjá suðurafrikanska filmsliðnum Green Renaissance verður prátað við Martin Kúrberg. Hann greiðir í filminum frá, hvat hevur týdning fyri hann í einum góðum lívi, og hann samanber sína gleði í dag við tíðina, tá hann drakk og tók rúsevni.

- Eingin er føddur í miðbýnum við einari øl í hondini. Har er altíð okkurt, sum er gingið galið. Tað ræður um at skilja og virða fólk, soleiðis sum tey liva og eru. Eg haldi, mann eigur at kenna søguna hjá fólki, áðrenn mann dømir tey. Tað hevur sera stóran týdning fyri meg sum menniskja, og tá eg arbeiði við fólki, at tey verða góðkend, júst sum tey eru, sigur Martin Kúrberg, sum í nógv ár hevur arbeitt á Herberginum og á viðgerðarstovni.

Journalisturin hjá Green Renaissance spyr hann: "Um okkurt varð skrivað um teg, hvat hevði so staðið?" Martin svarar:

- Her er hann, sum tey søgdu var hopleysur. Men hann kláraði tað. Fýrurin, sum hevði øll odds ímóti sær og vendi tað til nakað gott, sigur Martin Kúrberg.

Eisini hugleiðir hann um ríkidømi:

- Rík fólk eru fátøk fólk við pengum. Eg havi nógvar millionerar í viðgerð við tárum í eygunum, so pengar er ikki tað, sum ger fólk glað. Lívið er sera stutt, so pengar er ikki loysnin. Tað er gott at hava, men tað er ikki gleði. 

Øll samrøðan hjá Green Renaissance við Martin Kúrberg er at síggja her:

##med2##