Video: Tepurt tap til Gunnar og FH í Portugal

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Braga-FH 3-2 (1-1) her

 

Ta einu løtuna vóru Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH á gáttini til longda leiktíð, tá teir á útivølli í Portugal vóru á odda 2-1 ímóti Braga, og samlaða støðan var 3-3, men seinastu løtuna fekk Braga tvey mál, og vann samanlagt 5-3.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá dystinum. Böðvar Böðvarsson skoraði bæði málini hjá FH.

 

Staðfestast má, at Gunnar Nielsen sá ikki heilt gott út við 3-2 sigursmálið, sum var skorað í 94. minutti.

 

Nú FH er útsligið er eingin føroyingur eftir í teimum evropeisku kappingunum á hesum sinni.