VIDEO: Tað gekk akkurát hjá Brandi og liðfeløgunum

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Helsingborg-Västerås 2-2 (0-2)

Kapprenningin í seinasta leikumfarinum í næstbestu svensku fótbóltsdeildini ígjár var millum Helsingborg og Norrby um at tryggja sær triðja plássið, ið gevur upp- og niðurflytingardystir móti triðaftasta liðnum í bestu fótbóltsdeildini. 

 

Tað mundi gingið galið hjá Helsingborg. Tá 29 minuttir vóru farnir var Helsingborg aftanfyri 0-2 á heimavølli móti Västerås, ið einki hevði at spæla fyri, men tað kann ofta vera mesta vandamikið at møta slíkum liðum. Aftanfyri 0-2 í steðginum gjørdi venjarin, Jörgen Lennartsson fýra skiftingar undan seinna hálvleiki, og tað munaði.

 

Tað gekk tó næstan ein hálvur tími av seinna hálvleiki áðrenn Charlie Weberg minkaði um munin til 1-2. Tá 84 minuttir vóru farnir fekk Helsingborg brotsspark, og tað setti málrevurin, Anthony van den Hurk í netið til 2-2 til mikla frøi fyri heimaáskoðarnar.

 

Bæði Helsingborg og Norrby endaðu á 48 stigum. Helsingborg hevur munandi betri málmun við pluss 18. Norrby hevur bara pluss átta, og tað gjørdist avgerandi munurin í kapprenningini um triðja plássið. 

 

Nú bíða tveir upp- og niðurflytingardystir hjá Helsingborg móti antin Halmstad ella Degerfors úr bestu deildini.

 

HER  ber til at síggja málini sum komu í dystinum millum Helsingborg og Västerås.