Í nýggjum filmi hjá suðurafrikanska filmsliðnum, Green Rennaissance, verður tosað við Hanus Johannesen. Hann bleiv pápi fyri góðum ári síðani, og í filminum snakkar hann um tað at blíva pápi og avbjóðingarnar við tí.
– At fáa ein son er fantastiskt. Sjálvt um tað merkir, at eg ikki kann gera ting, sum eg annars hevði viljað gjørt. Í høvuðsheitum er mítt lív enn fantastiskt, men tað er bara gott uppá ein annan máta, sigur Hanus Johannesen í filminum, sum hevur fingið heitið "Tað perfekta barnið".
– Ger títt besta, tað er tað besta ráðið. So leingi tú gert títt besta, so vænti eg ikki, tú fert skeivur. At vera ein góður persónur snýr seg um øll tey tingini, sum tú gert, og um tú hevur tikið tær av øðrum menniskjum. Um tú ert góður við onnur fólk, so fært tú tað 10 ferðnar aftur, og so fara tey at ansa eftir tær, sigur Hanus og vísir á sonin hjá sær:
– Tað einasta, eg stúri fyri, er, hvørt hann fer at fara væl við øðrum fólki.
##med2##