VIDEO: Tá Bogi Løkin skelkaði Eysturríki í 2008

(Video) Her eru hæddarpunktini frá hinum dystinum har vit fingu stig móti Eysturríki

Føroyska fótbóltslandsliðið í 2008

Føroyska fótbóltslandsliðið í 2008

Í øllum endurminningunum vit hava um framúr góða úrslitið móti Eysturríki í EM-undankappingardystinum móti Eysturríki 12. september í 1990, tá vit vunnu 1-0, so er ofta lætt at gloyma, at vit eisini fingu eitt rimmar úrslit móti Eysturríki í einum HM-undankappingardysti á Tórsvølli 11. oktober í 2008. 

 

Vit hava eisini lyndið til at yvirsíggja, at familjan Løkin hevur tvær ferðir verið við til at skelka Eysturríki.

 

Í 1990 var Ábraham Hansen (seinni Løkin) við til at vinna á Eysturríki í Landskrona. 18 ár seinni sendi sonur hansara, Bogi Løkin ein skelk gjøgnum Eysturríki tá hann legði Føroyar á odda í 47. minutti móti Eysturríki 11. oktober í 2008. Løtu seinni javnaði Martin Stranzl fyri Eysturríki, men føroyska landsliðið stríddi seg til ein góðan javnleik, ið kom á eitt turt stað hjá føroyska liðnum sum hevði tapt rættiliga nógvar dystir á rað tá.

 

Tað ótrúliga við Boga Løkin hendan dagin var, at hann var skiftur inn fyri Jákup á Borg tá 34 minuttir vóru farnir, og Bogi var skiftur út tá 74 minuttir vóru farnir, men hann brúkti væl teir 40 minuttirnar hann fekk á vøllinum. 

 

Kendi kekkiski venjarin, Karel Brückner var landsliðsvenjari hjá Eysturríki í 2008.

 

Undan dystinum 11. oktober í 2008 vóru Landskrona-hetjurnar frá 1990 heiðraðir. Í tí stóra og heila: Eitt gott 13 ára gamalt minnið. 

 

Vit hava á heimavølli ein sigur, ein javnleik og eitt tap móti Eysturríki. So vóna vit øll, at vit fáa minst ein javnleik í annaðkvøld klokkan 19.45, tá Føroyar og Eysturríki hittast á áttanda sinni.

 

FM1 sendir frá klokkan 15 í morgin leygardagin. Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo 

 

HER ber til at síggja málini sum komu í dystinum á Tórsvølli 11. oktober í 2008:

 

##med2##

 

 

 

 

Nr.

 
 

Føroyar - Leikarar (Kelda: FaroeSoccer)

 
 

Felag

 
 

1

 
 

 Jákup Mikkelsen (M)(L)

 
 

 
 

2

 
 

 Jónas Þór Næs

 
 

NSÍ

 
 

3

 
 

 Jóhan Davidsen

 
 

NSÍ

 
 

4

 
 

 Atli Danielsen

 
 

Frem

 
 

5

 
 

 Jón Rói Jacobsen

 
 

Frem

 
 

8

 
 

 Mikkjal Thomassen  37'

 
 

EB/Streymur

 
 

9

 
 

 Jákup á Borg  34'

 
 

B36

 
 

10

 
 

 Christian Høgni Jacobsen

 
 

AB Copenhagen

 
 

11

 
 

 Arnbjørn Hansen

 
 

EB/Streymur

 
 

14

 
 

 Christian Holst

 
 

Silkeborg IF

 
 

15

 
 

 Egil á Bø

 
 

EB/Streymur

 
 

16

 
 

 Gunnar Nielsen (M)

 
 

Motherwell FC

 
 

6

 
 

 Andrew av Fløtum  74'

 
 

HB

 
 

7

 
 

 Fróði Benjaminsen  37'

 
 

HB

 
 

12

 
 

 Leif Niclasen

 
 

EB/Streymur

 
 

13

 
 

 Bartal Eliasen

 
 

ÍF

 
 

17

 
 

 Bogi Løkin  34'  74'

 
 

NSÍ

 
 

18

 
 

 Bárður Olsen

 
 

EB/Streymur

 
   
 

Venjari

 
 

 Jógvan Martin Olsen 

 
 

Hjálparvenjari

 
 

 Jens Martin Knudsen 

 
 

 

 

 

Føroyska fótbóltslandsliðið í 2008

Føroyska fótbóltslandsliðið í 2008