Krúnprinsurin gjørdi ikki mætari enn at taka renniáhugað í Klaksvík upp á orðið, tá ið tey undir seinastu vitjan hansara í Føroyum, bóðu honum at koma at renna í Klaksvík. Í tíðindaskrivi í morgun hevur Jógvan Skorheim nevniliga boðað frá, at tann 1. juni í ár verður startskotið til Royal Run rennitiltakið í Klaksvík. Borgarstjórin sigur somuleiðis frá, at hann, eins og tær renniáhugaðu kvinnurnar í økinum, royndi at eggja krúnprinsinum at koma at renna í Klaksvík, tá ið hann vitjaði í Føroyum í fjørsummar.
Tað kom óvart á borgarstjóran og helst flest øll onnur eisini, at krúnprinsurin kemur aftur til Føroya minni enn eitt ár síðani seinast. Tí tað var nevniliga í august í fjør, at krúnprinsafamiljan seinast vitjaði á oyggjunum. Ein ørgrynna av útlendskum miðlum fylgdu aftaná krúnprinsafamiljuni hasar dagar og tað sama gjørdu føroyskir miðlar, og mangar serstakar løtur kring landið vóru avmyndaðar.
Ein løta, sum helst var serstøk fyri mong, var tá tey kongaligu vitjaðu í Mikladali og fingu heilsa upp á Kópakonuna. In.fo var á staðnum tá, og vit sendu live á Facebook síðu okkara hesa løtuna. Við at trýsta á pílin á myndini til hesa grein, kanst tú síggja, hvussu tað sá út hesa løtuna.