TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj Robin Zentner, sum verjir málið hjá týska bundesliga-liðnum, Mainz 05 gera tað, sum má sigast at verða ársins stuttligasta brølara í altjóða fótbólti.
Robin Zentner helt brotssparksblettin verða bóltin, og kom tí til at sparka ein "luftbólt", og tað sá einastandandi stuttligt út, tá Mainz 05 og Borussia Mönchengladbach leiktu javnleik 1-1 farna vikuskiftið.
Robin Zentner slapp tó við skrekkinum í støðuni, sum videobrotið eisini vísir. Ikki so stuttligt hjá Robin Zentner at minnast aftur á, men stuttligt fyri okkum øll onnur. Og fótbóltur hevur eisini brúk fyri slíkum løtum.










