Video: Túrur niðri í Fransaholuni

Tað hoyra nógvar søgur til sjórænaratíðina í Føroyum. Summar passa og summar passa ikki.

 

Nakrar søgur eru um Fransaholuna í Sørvági, ið sørvingar plagdu goyma kjøt í, so sjórænarar ikki fingu fatur á tí.

 

Sunnudagin vórðu teir tríggir Jens Mortan Rasmussen, Bergur Mikladal og Jan Krejci niðri í Fransaholuni, ið liggur sunnanfyri bygdina Sørvág.

 

Teir hava gjørt eitt videobrot av trúinum, sum vit hava fingið loyvi at nýta.

 

Um Fransaholuna:

 

Navnið Fransaholan er frá síðst í 1700-talinum.

Har, sigur søgnin, plagdu sørvingar at heingja kjøt niðurí undan fransmonnunum, sum rændu her undir Napoleonskrígnum, tá stórur partur av Europa lá í kríggi við Frakland, so fransmenninir ikki skuldu finna kjøtið og fara við tí.

Hetta er eitt hol tætt uppi við Eggina, og gongur tað líka niður í sjógv. Fyrr, tá ið steinar vórðu kastaðir niður í tað, hoyrdi tú teir ringla niður eftir, og brustu teir so í sjógv. Men nú er Fransaholan tipt, helst er ein stórur steinur loysnaður úr vegginum og hevur tipt holið; tá ið tú nú tveitir stein niður í tað, steðgar hann, tá ið hann er komin nakað niður. Tað gevur ikki meir enn eini trý klikk, so liggur hann, somikið ovarlagað er holan tipt. 

Søgn er, at har skuldu teir einaferð hava kastað ein hund oman. Hetta var vanligt fyrr, at tá ið ein hundur varð gamal og einki nyttaði longur, so kastaðu teir hann oman. Sagt varð, at tá ið teir hesa einu ferðina komu oman í Grønhólma, tá hoyrdu teir hundin goyggja undir vøllinum. Men hetta halda menn er neyvan rætt.

 

(Brot úr bókini Sørvágur og sørvingar II)