Føroyska Ráðgevingin í Keypmannahavn heldur til í Føroyahúsinum á Vesterbrogade. Haðani hjálpa og ráðgeva sosialráðgevarnir føroyingum í Danmark um ymisk viðurskifti.
Ein partur av virkseminum hjá Føroysku Ráðgevingini er at hjálpa føroyskm sjúklingum í Danmark við persónligum og sosialum viðurskiftum.
Omanfyri ber til at síggja video-samrøðu við Randi Johannesen og Morid Jacobsen, sum eru sosialráðgevarar hjá Føroysku Ráðgevingini.