VIDEO: Svøríki stýrir ímóti HM-hálvfinaluni

(Video) Síggj hæddarpunkt frá dystinum í millumbóli 2: Svøríki-Tunesia 35-23 (19-14)

Svenskarar lótu ongan iva verða um, at teir ætla at fylgja Danmark í HM-hálvfinalurnar í manshondbólti, tá svenskarar vunnu stórsigur 35-23 á Tunesia. Í steðginum var Svøríki á odda 19-14.

 

Toppskjúttar hjá Svøríki vóru Niclas Ekberg og Andreas Nilsson við sjey málum hvør. Toppskjútti hjá Tunesia var Mosbah Sanai við seks málum.

 

Danmark er á odda 15-10 ímóti Ungarn í steðginum, og nógv skal ganga galið um norðurlendsku grannarnar ikki vinna seg í hálvfinalurnar. 

 

Um Danmark heldur sigurin heim ímóti Ungarn hava Danmark og Svøríki seks stig hvør í millumbólki 2.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunkt frá dystinum Svøríki-Tunesia 35-23 (19-14).