Klokkan áleið 14.15 føroyska tíð koyrdi ein lastbilur inn í mannamúgvu á svensku Dronningegata og inn í keypssentri Åhlens í Stockholm.
Minst trý fólk hava latið lív sambært miðlunum, men enn er endaliga talið á deyðum og særdum ikki váttað av myndugleikunum.
Vitni á staðnum upplýsa fyri svenskum miðlum, at lastbilurin koyrdi púra fyrilitarleyst eftir Dronningegata og krasjaði síðani inn í parfumudeildina í Åhlens sentrinum.
Les eisini: Føroyingur í Stockholm: Her er totalt kaos
Løgreglan heitir á fólk um at halda seg burtur frá miðøkinum í høvuðsstaðnum, har atsóknin fór fram.
Fyri løtu síðani varð øll undirgrundsferðsla í Stockholm steðgað.
Klokkan beint yvir 15 føroyska tíð váttaði svenski statsministarin, at talan var um terroratsókn og samstundis boðaði hann frá, at ein persónur er handtikin í samband við álopið.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja videobrot tikin av svium, sum vóru vitni til hendingina.