Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo Rovers vunnu fríggjakvøldið fyrsta sigurin í bestu írsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Sligo Rovers vann í øðrum umfari av kappingini 3-2 á UCD Dublin á útivølli. UCD legði seg tvær ferðir á odda, fyrst tíðliga í fyrra hálvleiki, og aftur fyrst í seinna hálvleiki. Báðu ferðirnar eydnaðist tað Sligo Rovers at koma afturíaftur.
Stóra hetjan hjá Sligo Rovers í kvøld gjørdist Max Mata, ið skoraði reint hattrick. Tvey tey seinnu málini vóru upp á brotsspørk.
Tað løgna var, at í 82. minutti dømdi dómarin eitt rættiliga tunt brotsspark til Sligo Rovers, og fýra minuttir seinni fekk Stefan gult kort fyri at "filma" seg til eitt brotsspark. Men hyggur ein eftir hæddarpunktinum, so tykist støðan við Stefani at vera meir eitt brotsspark enn støðan sum førdi til, at Sligo Rovers kom á odda 3-2.
Sligo Rovers er triðfremst í deildini við fýra stigum fyri tveir dystir.
Komandi fríggjakvøld spælir Sligo Rovers á útivølli móti Drogheda.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum UCD Dublin-Sligo Rovers 2-3 (1-1). Støðan við gula kortinum hjá Stefani hendir í 86. minutti:
##med2##











