VIDEO: Stefan og liðfelagarnir taptu fyri botnproppinum

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum UC Dublin Sligo Rovers 2-1 (0-1)

Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo Rovers raktu veruliga botnin í kvøld, tá teir á útivølli taptu 1-2 fyri absolutta botnproppinum í bestu írsku fótbóltsdeildini, UC Dublin.

 

Stefan byrjaði inni, og hann var skiftur út tá ein tími var farin av dystinum. Tá Stefan var skiftur út var støðan 1-0 til Sligo Rovers, ið kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki við einum máli, ið David Cawley skoraði.

 

Tá 74 minuttir vóru farnir av dystinum ger málverjin hjá Sligo Rovers eitt stórt mistak. Luke McNicholas skal rudda bóltin burtur, men ístaðin rakar hann bóltin í krovið á einum leikara hjá UC Dublin. Bólturin avrættar allan vegin inn í tað tóma málið hjá Sligo Rovers. 11 minuttir gerst skaðin størri tá UC Dublin skorar sigursmálið.

 

Sligo Rovers hevur bert fingið eitt stig í fýra teimum seinastu dystunum. 

 

Sligo Rovers er triðaftast í deildini við 23 stigum. Bert tvey stig eru niður til Cork City sum hevur 21 stig. UC Dublin er langt aftast við níggju stigum. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum UC Dublin-Sligo Rovers. 1-1 málið er ræðuliga margháttligt: 

 

##med2##