TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr eina samrøðu, sum Terji Nielsen hevur gjørt, og sum Ísak Z. Laksáfoss hevur tikið upp.
Samrøðan er við Guttorm "Gutta" Sørensen, sum er venjari hjá Rebekku Fuglø, sum vann oyggjaleikagull á 800 metrum fyrr í dag.
Gutti greiðir frá, at talan er um størstu løtu hjá honum, sum venjari, tá Rebekka Fuglø kom innum málstrikuna, sum nummar eitt.