KÍ vann seg í dag í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið. KÍ vann 2-1 á B36. Súni Olsen og Jóannes Bjartalíð skoraðu málini fyri KÍ, sum eisini fekk ein mann útvístan í fyrra hálvleiki.
Samandrátturin sæst við at trýsta á pílin á myndini
Serliga Jóannes Bjartalíð skoraði eitt avbera flott solomál, sum minnur mest um tey, ið Lionel Messi ger fyri Barcelona. Málið hjá unga klaksvíkingum er millum tey bestu av sínum slag hetta kappingarárið.
KÍ hevur nógv at fegnast um í dag, men tað telur niður at Ahmed Mujdragic bleiv útvístur longu aftaná eitt korter, fyri at spýta eftir einum spælara hjá B36. Hendingin sæst á sjónbandabrotinum.
KÍ er í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið saman við NSÍ, Víkingi og Skála.
KÍ – B36 2-1 (2-0)
1-0 Súni Olsen, 4
2-0 Jóannes Bjartalíð, 23
2-1 Alex Mellemgaard, 86