Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen tóku ígjár í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini ímóti Fredrikstad á heimavølli, ið hevði Jóannes Bjartalíð í hópinum, og sum hevur Mikkjal Thomassen sum høvuðsvenjara.
Fredrikstad vann dystin 1-0. Sigursmálskjútti hjá Fredrikstad gjørdist Mads Nielsen tá 73 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Jóannes Bjartalíð slapp á vøllin fyri Fredrikstad tá 69 minuttir vóru farnir av dystinum, og fekk sostatt sína debut í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Um ikki Thomas Kinn í málinum hjá Mjøndalen hevði staðið so væl, so hevði Fredrikstad vunnið ein enn størri sigur. Fredrikstad hevði nakrar risastórar málmøguleikar áðrenn tað eydnaðist at skjóta sigursmálið.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Mjøndalen-Fredrikstad 0-1 (0-0):
##med2##