Víkingur vann í gjárakvøldi stórsigur 4-0 á Vali á útivølli, og er nú á oddasessinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini 11 stig frammanfyri nummar tvey, ið er Valur.
Bert tríggir minuttir vóru farnir av dystinum hevði Nikolaj Hansen lagt Víking á odda. Tá 27 minuttir vóru farnir økti Birnir Snær Ingason til 2-0.
Í seinna hálvleiki øktu Logi Tómasson og Danijel Dejan Djuric um leiðsluna hjá Víkingi.
Gunnar spældi allan dystin fyri Víking.
Víkingur og Valur hava sjey dystir eftir at spæla áðrenn kappingin endar, so tað skal nógv til hjá Vali at fáa Víking aftur.
Víkingur hevur bert tapt ein av teimum fyrstu 20 dystunum og hevur 53 stig. Valur hevur 42 stig.
HER ber til at síggja málini Víkingur skoraði móti Vali.
Mánakvøldið 28. august verður føroyingauppgerð. Tá taka Gunnar og liðfelagarnir móti Klæminti A. Olsen og liðfeløgunum í Breiðablik.