VIDEO: Soleiðis vunnu Gunnar og liðfelagarnir sætta sigurin á rað

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum ÍBV-Víkingur Reykjavík 0-1 (0-0)

Gunnar Vatnhamar var aftur við frá byrjan, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík mánakvøld spældu á útivølli úti í Heimey móti ÍBV í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. 

 

Víkingur Reykjavík vann 1-0 við einum sigursmáli Nikolaj Hansen skoraði í 95. minutti.

 

Sigurin merkir, at Víkingur hevur fult stigatal, 18 stig fyri fyrstu seks dystirnar, og teir eru eisini fremst við 18 stigum. Valur er nummar tvey við 15 stigum. 

 

Komandi sunnukvøld hevur Víkingur heimadyst móti FH.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum ÍBV-Víkingur Reykjavík 0-1 (0-0) :

##med2##